Virðismeting

Virðismetingin verður nýtt til, at meta um virðið á tí sum lánt verður til, og fyri at tryggja at nóg góð trygd er aftanfyri láni, og hvussu nógv kann lánast.

Virðismetingin av einari ogn, ið boðin verður stovninum í veð, verður gjørd av í minsta lagi 2 av metingarfólkum stovnsins.

Metir stjórnin, at ognin møguliga ikki longur gevur neyðuga trygd fyri láninum, kann hon krevja nýggja virðismeting.

Tann, ið søkir um lán, hevur skyldu at geva metingarfólkunum allar neyðugar upplýsingar um ognina.